Sendingin Leivur vil liva á KVF er ein týdningarmikil og djarvur dokumentarur. Leivur Haldórsson hevur verið sproytumisbrúkari í nógv ár og býr á Herberginum. Hann vil burturúr misbrúkinum, men tað er ikki lætt.
Hann vónar, at hansara søga kann vísa, hvussu galið tað kann ganga, og harvið hjálpa til at fyribyrgja.
Martin Kúrberg, leiðari á Herberginum, sigur, at søgan er einki eindømi, og at tað er týdningarmikið, at vit tora at tosa um tað.
Tað er gott, at KVF og framleiðararnir Birgit Carina Eliasen og Bárður Veihe geva rúm fyri hesum.
Rúsevnismisnýtsla er eitt torgreitt evnið, og tað er virðismikið, at ein maður sum Leivur er tilreiðar at lata okkum síggja gerandisdegin inni á Herberginum. Tað minnir okkum á, at aftanfyri tølini eru menniskju, sum vilja liva.
Men endin á sendingini bleiv ov einfaldur, sum eg fataði hann.
Tá tyngdin í stoppinum í so stóran mun verður løgd á psykiatrisku deild, missir frásøgnin javnvág.
Ja, psykiatriin hevur ábyrgd og kann gera okkurt betur. Men álvarsligt rúsevnismisbrúk er sjáldan bara eitt mál fyri ein stovn.
Tað snýr seg um nógv meira: sosialar umstøður, samstarv millum stovnar, og ikki minst um, at fólk ikki detta niður ímillum skipanirnar.
Leivur vil liva. Tað er tað, sum sendingin í grundini snýr seg um.
Skulu vit taka hansara boð í álvara, mugu vit tosa erliga um heildina – ikki bara leita eftir, um ein svartiper kann leggjast.
Tað krevur betri samstarv, fleiri tilboð og dirvi at tosa um tað, sum er tungt. Dokumentarin er eitt gott stig.
Nú má samfelagið og løgmaður, ið fevnir um øll málsøkir, taka næsta.
Jóhannesd Miðskarð
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



