Vit kalla Føroyar eitt vælferðarsamfelag. Vit tosa um umsorgan, trygd og hjálp til øll. Men hvat eru øll hesi føgru orðini verd, tá eitt menniskja, sum er komið heilt út á eggina, stendur og rópar eftir hjálp, og skipanin ikki megnar at lofta honum?
Leivur vil liva. Hann er ikki bara eitt mál í eini skipan ella eitt tal í einari hagtalsfrágreiðing. Hann er eitt menniskja, ein av okkara egnu, sum hevur uppiborið virðing, umsorgan og veruliga hjálp. Eg kenni Leiv, og hann er ein av fittastu monnum. Tí er tað so sárt at síggja, at eitt menniskja kann koma í eina støðu, har tað kennir seg svikið av skipanini, sum eigur at hjálpa tí.
Tá ein maður sigur, at hann óttast fyri lívi sínum, eigur eingin politikari at kunna hyggja hinvegin. Tá má hjálpin koma. Tað kann ikki góðtakast, at tungt bureaukrati, manglandi pláss, vantandi starvsfólk ella ov fløktar reglur standa í vegin, tá talan er um lív og deyða. Vit kunnu ikki loyva okkum at senda fólk frá hurð til hurð, meðan lívið hjá teimum spakuliga fer fyri bakka.
Vit brúka milliardir um árið til at reka okkara samfelag, og ein stórur partur fer til vælferðartænastur. Samstundis hoyra vit um fólk, sum detta niður ímillum skipanirnar, tí tey ikki passa inn í tær verandi karmarnar. Vit brúka nógvar pengar til stuðulsskipanir, ískoyti, frádráttir og frítøkur, men megna kortini ikki altíð at tryggja teimum mest hjálparleysu ta neyðugu hjálpina. Hetta snýr seg ikki um at taka hjálp frá teimum, sum hava rætt til hana, men um at tryggja, at tey, sum eru í størsta vanda, ikki verða gloymd. Eitt vælferðarsamfelag eigur fyrst og fremst at vera eitt trygdarnet undir teimum, sum ikki megna at standa sjálv.
Tíbetur eru fólk, sum ikki geva upp. Eitt stórt og hjartaligt herðaklapp skal ljóða til Martin Kúrberg, sum leggur lív og sál í arbeiðið fyri menniskjum, ið alt ov ofta verða gloymd og slept upp á fjall. Martin sær menniskjað aftan fyri misnýtsluna, heimloysið og trupulleikarnar. Hann hevur víst, at tað ber til at møta fólki við hjarta, tolni og umsorgan, eisini tá onnur hava mist vónina. Tað krevur bæði dirvi og hjarta at standa við liðina á menniskjum, sum nógv onnur hava vent bakið.
Men vit kunnu ikki byggja eitt heilt vælferðarsamfelag á eldsálir, sum stríðast fyri at bøta um tað, ið politiska skipanin ikki megnar at loysa. Martin og onnur, sum gera eitt megnar arbeiði, hava ikki bara uppiborið rós. Tey hava uppiborið neyðugu karmarnar, starvsfólkini og tilboðini til at kunna hjálpa teimum, sum hava tørv á tí. Tað er ikki nóg mikið at klappa Martin á herðarnar og rósa arbeiðinum, um politiska skipanin samstundis ikki tryggjar honum og øðrum neyðugu umstøðurnar at gera arbeiðið.
Vit mugu eisini tora at tosa opið um rúsevnismisnýtslu, heimloysi, harðskap og allar tær familjur, sum stríðast í tøgn. Alt ov nógv ung koma tíðliga í samband við rúsevni og skeiv umhvørvi. Tí mugu vit lofta teimum, áðrenn trupulleikarnir vaksa seg so stórar, at tey missa tamarhaldið á sínum egna lívi. Vit mugu hava fyribyrging, viðgerð og eftirviðgerð, sum hanga saman, og vit mugu tryggja, at tey avvarðandi eisini fáa hjálp. Tað er ómetaliga tungt at síggja sítt egna barn dragast niður í rúsevnismisnýtslu og vera bangin fyri at missa tað. Eingin mamma, pápi ella familja eigur at standa einsamøll við slíkari sorg og hjálparloysi. Tá eitt ungt menniskja doyr av rúsevnum, er tað ov seint at spyrja, hví eingin hjálpti fyrr.
Politikarar hava tí eina greiða ábyrgd. Landslæknin og onnur hava í nógv ár víst á tørvin á einum rúsevnadepli. Hví er so trupult at koma víðari? Er tað vantandi pengar, vantandi starvsfólk, ov fløktar skipanir ella vantandi politiskur vilji? Vit hava viðgerðartilboð, men um vit ikki hava nóg nógv fakfólk og pláss til at taka ímóti teimum, sum hava tørv á hjálp, so er skipanin ikki nóg góð. Vit mugu tryggja, at fólk ikki verða send frá hurð til hurð, og at eingin dettur niður ímillum, tí stovnar ikki finna út av, hvør hevur ábyrgdina.
Tá politikarar raðfesta pengar til ymisk endamál uttanlands, er tað eisini rímiligt at spyrja, um vit brúka nóg mikið av okkara egnu pengum til at hjálpa okkara egnu borgarum. Tað er ikki ein áheitan um at venda øllum øðrum bakið, men um at taka ábyrgd av teimum, sum vit alt ov leingi hava latið standa einsamøll. Vit eiga at kunna krevja greið svar um, hvussu pengar verða brúktir, og hví tað framvegis manglar neyðug hjálpartilboð til okkara egnu ungu.
Nú, tá politiska orðaskiftið aftur snýr seg um at vinna álitið hjá fólkinum, er lætt at lova betringar. Men tey veikastu kunnu ikki liva av lyftum. Tey hava brúk fyri ítøkiligum loysnum, og tey hava brúk fyri teimum nú. Vit mugu dagføra skipanirnar, seta neyðugu pengarnar av og tryggja, at hjálpin kemur, áðrenn tað er ov seint. Tað er eisini ein skilagóð íløga í framtíðina, tí jú fyrr vit lofta einum ungum menniskja, tess størri er møguleikin fyri at hjálpa tí aftur á beint.
Leivur vil liva. Tað eigur at vera nóg mikið til, at vit øll steðga á og spyrja, hvat vit kunnu gera. Hann hevur uppiborið eina framtíð, og tað hava øll tey ungu, sum í dag stríðast við rúsevni, heimloysi og vónloysi, eisini. Vit kunnu ikki halda fram við at kalla okkum eitt vælferðarsamfelag, um vit ikki megna at lofta okkara egnu, tá tey rópa eftir hjálp.
Til politikararnar er boðskapurin einfaldur: Takið ábyrgd. Dagfør skipanirnar. Tryggið neyðugu starvsfólkini og viðgerðartilboðini. Og gevist við at lata tey veikastu detta niður ímillum.
Eitt veruligt vælferðarsamfelag vísir sítt virði, tá tað møtir teimum, sum eru fallin djúpast – ikki tá tað vendir teimum bakið. Tað er ikki bara ein politiskur trupulleiki. Tað er ein spurningur um menniskjansligt virði, samvitsku og ábyrgd.
Leivur er ikki eitt mál, vit kunnu bíða við. Hann er eitt menniskja, sum vil liva. Og okkara samfelag eigur at vísa honum, at lív hansara hevur týdning.
Jóhan Pauli Heimdal
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



