Um títt arbeiði upptekur teg so nógv, at tú ikki fært tíð til annað, er okkurt galið, antin við arbeiðnum ella við tær
- Kahlil Gibran

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Barna- og Undirvísingarmálaráðið: Frá komandi lestrarári hækkar lestrarstuðulin við 1.000 kr. um mánaðin og verður eftir skatt á sama støði sum stuðulin í Danmark. Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, hevur í fíggjarlógaruppskotinum raðfest, at umstøðurnar hjá lesandi skulu betrast, tá tey lesa hægri lestur í Føroyum.

Tað er týdningarmikið fyri føroyska samfelagið at eggja teimum ungu at velja Føroyar, og at fleiri velja at lesa her heima. Samstundis er týdningarmikið, at tey, sum lesa í Føroyum, hava líka góðar fíggjarligar umstøður, sum tey, sum velja at fara uttanlands lesa. 

Hækkingin í lestrarstuðlinum kemur afturat øðrum raðfestingum, sum rættað seg móti hægri lestri. Farið verður undir at byggja Seturskampus við stásiligum felagsbygningi og góðum lestrar- og granskingarumstøðum á Frælsinum, í gamla Venjingarskúlanum, ið verður umvældur og umbygdur til endamálið.

Eisini verður í næstum farið undir at byggja lestrar- og ungdómsbústaðir á Eirargarði. Við hesum raðfestingum verður føroyska lestrarumhvørvið styrkt, soleiðis at vit fáa betri møguleikar at standa okkum í kappingini um okkara lesandi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo