Hon pástóð, at hon nærkaðist 40. Eg mundi spurt hana: frá hvørjum enda
- Bob Hope

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Bæði ólærd, sjálvlærd, lærd og onnur áhugað kunnu sýna síni listaverk fram á árligu framsýningini hjá Lions í Müllers Pakkhúsi

Bæði ólærd, sjálvlærd, lærd og onnur áhugað kunnu sýna síni listaverk fram á árligu framsýningini hjá Lions í Müllers Pakkhúsi

Lions Club Tórshavn: Eisini hesa ólavsøkuna skipar Lions Club Tórshavn í samfullar fýra dagar fyri stórari listaframsýning í Müllers Pakkhúsi. Sum vant fer allur ágóðin til vælgerðarendamál.

Listaframsýningin opin fyri øllum, ið hava hug til at sýna fram síni listaverk – ólærd, sjálvlærd, lærd og onnur. Longu nú kunnu áhugaðir framsýnarar melda síni listaverk til framsýningina, og freistin at melda seg til ólavsøkuframsýningina í Müllers Pakkhúsi er mánadagin 21. juli.

Listaverkini kunnu latast inn í Müllers Pakkhúsi hósdagin 24. juli millum klokkan 16 og 18, og óseld listaverk skulu heintast har mikudagin 30. juli millum klokkan 20 og 21.

Nærri kunning sæst á lions.fo/tn ella á www.facebook.com/lionstorshavn. Leinkja til tilmeldingarskjal: lionstorshavn.wufoo.com/forms/x6zjk9n1b1tano

Ágóðin av framsýningini fer óskerdur til eitt vælgerandi endamál ella felagsskap. Hvør fær ágóðan í 2025, er ikki endaliga avgjørt enn, men verður kunngjørt á www.lions.fo og aðrastaðni.

Sjálv framsýningin letur upp seinnapartin sunnudagin 27. juli og heldur síðan fram alla ólavsøkuna, líka til mikudagin 30. juli. Sunnudagin er opið klokkan 16-20, ólavsøkuaftan og ólavsøkudag klokkan 14-20, og mikudagin er opið klokkan 16-20.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo