Um títt arbeiði upptekur teg so nógv, at tú ikki fært tíð til annað, er okkurt galið, antin við arbeiðnum ella við tær
- Kahlil Gibran

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Takk fyri at Lions Suðuroy kundi sleppa til orðanna her í dag.

Lions hvat er tað fyri ein felagskapur spyrja uttan iva fleiri. Meti ikki at øll hava serligan kunnleikað til Lions. Flestu hava nok hoyrt um henda vælgerðandi felagskap, men hugsi tað eru fleiri sum hava ringt við at seta orð á, hvussu ein lions klubbur virkar. Sjálvur meini je, at ogra klubbur er ikki serliga sjónligur, og kann tað verða orsøkin til, at so fá fólk hava serliga stóran kunnleikað til Lions Suðuroy. Annars er Lions Suðuroy ein virkin klubbur. Okur hava 5-6 tiltøk um árið. Hetta eru tiltøk sum geva væl av peningi. Innkomni peningurin frá tiltøkunum verður síðan deilt út til vælgerðandi endamál. Umleið 60% verður deilt út her í oynni. Umleið 25 til restina av landinum og umleið 15% er altjóða stuðul.

Í Føroyum eru 6 lionsklubbar og okra klubbur í Suðuroy er næststørstur við 40 limum. Klubburin er 39 ára gamal og 210 ferðir hava okur veitt stuðul og er samlaði veitti stuðulin umleið 4,5 mió. krónur. Ikki kann sigast annað enn, at ein stuðul frá Lions er mangan komin væl við hjá móttakaranum.

Sum nevnt er klubburin ikki serliga sjónligur. Vanligt er at játtaður stuðul verður fráboðaður móttakaranum við brævi ella telduposti og eftirfylgjandi fluttur á konto móttakarans. Hesin háttur meta okur verða í so ósjónligt, og tí er ætlanin framyvir at handa móttakaranum ein gávukekk, sum saman við myndatøku verður sjónligtgjørdur í nógv størri mun enn áður.

Tað er í tí sambandi at okur í dag hava biðið um loyvið til at luttaka á hesi stevnu hjá alzheimerfelgnum, nú tykum eru komin suður á Tvøroyri at halda altjóða alzheimerdagin. Í hesum sambandið vilja vit veita alzheimerfelagnum ein gávukekk uppá kr. 20.000,00, til frálíka arbeiðið, sum alzheimerfelagið gerð fyri øll tey sum dragast við hesa herviligu sjúku, sum tikist í alt størri mun at verða vaksandi.

Fari at enda at heita á forkvinnuna í alzheimerfelagnum, um at koma upp her og móttaka kekkin uppá kr. 20.000,00. Upphæddin er ikki oyramerkt, men verður at nýta á besta hátt.

Takk fyri.

Lions Suðuroy

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo