Betesda: Liz og Ragnar Niclasen virka sum trúboðarar á Filipsoyggjum, men í september mánað vitja tey heima í Føroyum, her tey gista í Klaksvík.
Mikukvøldið verða tey í Betesda og greiða frá tænastuni, tey standa í, har høvi eisini verður at heilsa uppá tey afturvið einum drekkamunni eftir møtið.
***
Ragnar Niclasen, sum er klaksvíkingur, fór í 1974 á bíbliuskúla hjá New Tribes Mission (NTM) í USA og helt síðan fram á trúboðaravenjingarskúla í Kanada. Har møtti hann konu síni, Liz, sum er úr Kanada. Haðani fóru tey í fulltíðartænastu fyri HARRAN sum trúboðarar hjá NTM á Filipsoyggjum.
Árini 2008 til 2014 virkaðu tey í Onglandi, men eru í dag aftur á Filipsoyggjum.
Sostatt er meir enn hálv øld runnin, síðan Ragnar sum unglingi flutti heiman at útbúgva seg og síðan fór út í fulltíðar tænastu fyri HARRAN.
***
Hjartaliga vælkomin í Betesda mikukvøldið kl. 20.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



