Framsókn: Í Føroyum og í londunum kring okkum verður hvørt ár varpað ljós á bróstkrabba í oktober mánaða. Átakið kallast ljósareyður oktober og Krabbameinsfelagið vísir í hesum sambandi á týdningin av arbeiðinum móti sjúkuni.
Í Føroyum vísa hagtøl, at 10. hvør kvinna verður rakt av bróstkrabba.
Í nøkur ár, hava føroyskar kvinnur í aldursbólkinum 50-69 ár, fingið bjóðað mammografikanning, annaðhvørt ár.
Sama tilboð er í hinum Norðurlondum, tó so at Ísland og Svøríki hava víðkað aldursbólkin, soleiðis at allar kvinnur í aldrinum 40-74 ár fáa tilboð um kanning.
Fakfólk eru ikki á einum máli um aldursmarkið, men vísindaligar kanningar benda á, at tað gevur úrslit, at bjóða yngri kvinnum kanning.
Ruth Vang, forkvinna í Framsókn, hevur í hesum sambandi spurt Eyðdis H. Niclasen, landsstýriskvinnu í heilsumálum, um ætlanir eru um at víðka um aldursbólkin og um so er, hvat tað hevði kostað at lækka aldursmarkið niður í 45 ella 40 ár.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



