Løgmaður sigur skemtandi, at mótstøðumenninir kanska eru meira grammir at verja hann, nú hann er vorðin løgmaður. Annars heldur hann ikki, at tað hevur broytt stórvegis, hvussu hann verður viðfarin á vøllinum.
Hann greiðir eisini frá, at hann fekk reytt kort longu í fyrsta dystinum, eftir at hann gjørdist løgmaður.
– Eg haldi ikki, at dómarin ivaðist eina løtu, áðrenn hann gav mær reyða kortið, sigur Beinir Johannesen.
Í samrøðuni tosar løgmaður eisini um stóra hondbóltsáhugan í Føroyum. Tá landsliðini spæla, verða gøturnar tómar, og alt landið tykist gerast stillari, sigur hann.
Hann heldur, at hondbólturin hevur sett Føroyar á heimskortið og eisini hevur gagnað ferðavinnuni, tí nógvir útlendingar hava hoyrt um Føroyar gjøgnum hondbóltin.
Les alla samrøðuna við Beinir Johannesen á heimasíðuni hjá evropeiska hondbóltssambandinum, eurohandball.com.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



