Sunnudagin varð lukkaði aliringurin »Varig 001« sjósettur á Aukra í Noregi. Sambært framleiðaranum, Bauta Fishfarms, er hetta fyrsti lukkaði aliringur úr stáli í heiminum, tað skrivar Kyst.no.
Endamálið er at fáa betri tamarhald á umstøðunum hjá fiskinum og minka um umhvørvisárinið frá alingini.
Arbeiðið at sniðgeva ringin byrjaði á vári 2024, og framleiðslan fór í gongd í vár. Umleið 200 fólk hava verið við í byggingini.
Ringurin skal nú gerast liðugur og sleipast til Gjermundnes, har felagið Prophylaxia skal taka hann í nýtslu.
Ætlanin er at seta 200.000 fiskar út seks til átta vikur eftir handanina. Fiskurin skal vera í ringinum í nærum fýra mánaðir, áðrenn hann verður fluttur í opnar aliringar. Royndir skulu millum annað gerast við vatnstreymi, súrevnisveiting og handfaring av slammi.
Felagið OceanDock hevur keypt fyrsta ringin og skal leiga hann til alaran. Sambært eigarunum skal leiguskipanin gera tøknina atkomiliga hjá fleiri alarum.
Bauta Fishfarms upplýsir, at framleiðsluorkan er upp í 30 slíkar aliringar um árið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



