Nevndin, tiltakslimirnir og grannskoðarin eftir stovnandi aðalfundin í hølunum hjá MEGD.
Nevndin, tiltakslimirnir og grannskoðarin eftir stovnandi aðalfundin í hølunum hjá MEGD.
Lungnafelagið: Nærum 30 fólk møttu, tá Lungnafelag Føroya varð stovnað týsdagin 17. november í hølunum hjá MEGD við Íslandsvegin í Havn.
Við nýggja felagnum fáa fólk við lungnasjúkum og teirra avvarðandi eitt stað at hittast og deila royndir. Felagið fer at skipa fyri tiltøkum og kunnandi fyrilestrum og arbeiða fyri betri korum hjá fólki við lungnasjúkum í Føroyum.
Jóhan E. Simonsen stýrdi stovnandi aðalfundinum. Á fundinum vórðu nevnd, tiltakslimir og grannskoðari vald. Nevndin skipaði seg beint eftir valið.
Fríðrikur Bláhamar er formaður, Ingvør Nolsøe er næstforfólk, Petra Mortansdóttir Bláhamar er skrivari, Henrik Nicolaisen er peningarøkil, og Joan Dam er nevndarlimur.
Martin Dam og Brynhild Bláhamar eru tiltakslimir. Karl Marius Dahl er grannskoðari.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



