Í morgin verður hvassur vindur ella skrið av vesturhallum suðri, minkandi sum dagurin líður, skýggjað men mest turt og hitin um 10 stig.
Týsdagin strúkur í vindi av landsynningi, samdrigið og seint seinnapartin fer at regna, sami hiti, um 10 stig.
Mikudagin verður samregn, strúkur í vindi av landsynningi og hitin 9-10 stig.
Hósdagin er vindurin minkaður og tað hevur slitið í, men um middagsleitið støkkur hann vesturum og frískar vindin uppí frískan vind, nakað kaldari, um 7 stig.
Fríggjadagin lot vestaneftir, seinni av útnyrðingi, samdrigið men turt og hitin um 7 stig.
Næsta vikuskifti kunnu vit vænta, at leygardagin verður gott veður við lítlum vindi vestaneftir og sólglottum. Sunnudagin brestur hann á við nógvum vindi og regni av lágættum og tað verður lýggjari aftur, upp í eini 10 stig.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



