Ein maður er handtikin í Svøríki, eftir at eitt flogfar varð noytt at flúgva í ring í næstan 40 minuttir yvir Sundsvall-Timsrå flogvøllinum sunnukvøldið. Ein drona varð sædd nærhendis.
Tað skrivar svenski miðilin SVT.
Sambært miðlinum skrásetti dronuskipanin á flogvøllinum dronuna. Løgreglan varð síðani boðsend, skrivar TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo