Svar upp á Fyrispurning nr. 52-133/2025 eftir § 52 a í tingskipanini um dialysu á Klaksvíkar sjúkrahúsi frá Eiriki í Jákupsstovu, løgtingsmanni
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Hevur landsstýriskvinnan politiskan vilja at seta dialysuviðgerð í verk á Klaksvíkar Sjúkrahúsi?
2. Um ja, nær verður dialysuviðgerð sett í verk á Klaksvíkar Sjúkrahúsi?
3. Eru viðurskifti á sjúkrahúsinum sjálvum – við støðuni áðrenn dialysa varð sett í verk á Tvøroyri – sum tala fyri, at dialysa skal vera á Suðuroyar Sjúkrahúsi, men ikki á Klaksvíkar Sjúkrahúsi?
Spurningarnir verða svaraðir undir einum
Landsstýriskvinnan hevur politiskan vilja og ætlanir um at fáa skipað fleiri viðgerðir og heilsutænastur í nærumhvørvinum hjá borgarunum. Hetta skal tó verða treytað av, at dygdin er í lagi og í samsvari við fakligu leiðbeiningarnar á økinum.
Í 2024 varð ein sonevndur hæmodialysusatellittur skipaður á Suðuroyar sjúkrahúsi, tí at neiliga árinið av sjóvegis ferðingini um Suðuroyarfjørð var so tyngjandi hjá sjúklingunum, at mett varð yvirskipað - hóast læknafaklig ivamál - at neyðugt var við einum hæmodialysusatellitti í Suðuroy fyri stabilar sjúklingar.
Sambært Sjúkrahúsverkinum mæla serlæknarnir í nýrasjúkum, sum hava fakligu ábyrgdina av dialysuviðgerðini, staðiliga frá, at fleiri hæmodialysusatellittar verða settir á stovn í Føroyum. Í hesum sambandi verður tað eisini víst til “Sundhedsstyrelsens specialevejledning” í nýramedisini, har tað m.a. framgongur, at tað skal vera eitt “...rimeligt forhold mellem antal patienter dialyseret på sygehuset med nefrologisk1 funktion og sygehuset uden nefrologisk funktion med henblik på at opnå tilstrækkelig erfaring, således at størstedelen af patientgruppen dialyseres på sygehuset med nefrologisk funktion, idet der dog samtidig må tages hensyn til kapaciteten i forbindelse med de akutte indlæggelser.”
Í samsvari við Sundhedsvæsenets specialevejledning er tilmælið frá serlæknunum í nýrasjúkum, at ein tílík framkomin viðgerð, sum hæmodialysa er, eigur í mesta mun at verða miðsavnað, tí tað er besta fortreyt fyri at varðveita eitt høgt fakligt støði, ið gagnar sjúklingunum.
Samstundis verður víst á, at verandi hæmodialysa á Landssjúkrahúsinum er lítil, um samanborið verður við útlond. Um verandi hæmodialysa norðanfjørðs verður sundurlutað, so er vandi fyri, at samlaða fakliga tilboðið versnar. Tað er týdningarmikið at hava í huga, at Sundhedsstyrelsen í sergreinaleiðbeiningini tekur støðu út frá dialysudeildum í Danmark, sum vanliga hava eitt grundarlag upp á 200.000 til 300.000 íbúgvar.
Við einum grundarlagi upp á 55.000 íbúgvar er dialysufunktiónin her á landi sera lítil. Sambært Sjúkrahúsverkinum er hon tí longu kroyst frammanundan við at kunna varðveita eitt nøktandi fakligt støði.
Av tí at serlæknarnir í nýrasjúkum, sum skulu hava fakligu ábyrgdina fyri dialysuvigerðini í Føroyum, “staðiliga mæla frá”, at fleiri dialysusatelittar verða settir á stovn í Føroyum – samstundis sum ein víðkan ikki er í samsvari við fakligu sergreinaleiðbeiningina hjá Sundhedsstyrelsen, fyriliggja tað ikki í løtuni ítøkiligar ætlanir um at seta á stovn dialysuviðgerð á Klaksvíkar sjúkrahúsi.
Soleiðis eru tað ikki viðurskifti á sjúkrahúsunum sjálvum sum tala fyri, at dialysa er sett í verk í Suðuroy og ikki í Klaksvík, men harafturímóti ein serstøða í sambandi við tyngjandi sjóvegis flutning umvegis Suðuroyarfjørð hjá dialysusjúklingum í Suðuroy umframt eitt fakligt frámæli um at spjaða dialysuviðgerðina enn meira í Føroyum.
Heilsu- og orkumálaráðið, 3. juli 2026
Eyðdis Hartmann Niclasen
landsstýriskvinna
1 Nefrologi er ein medisinsk sergrein, sum fevnir um sjúkugreining og viðgerð av medisinskum nýrasjúkum, dialysu og nýratranplantatión.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



