Í staðin fyri at halda fast við vunnin rættindir og byggja uppá, soleiðis sum Bretland, Noreg og Ísland gera, hevur landsstýrismaðurin slaka og farin eftir hæli.
Øll hini londini hava fingið meir og bara Føroyar hava fingið minni.
Ísland, sum hevur ligið um 8%, fær nú 10,5%. Ísland fær harafturat loyvi til at fiska 30% av síni kvotu í føroyskum sjógvi, har vit einki fáa afturfyri.
Skaðiligu teknisku foringarnar hjá okkara skipum halda fram, har íslendingar áleggja okkara skipum forðingar í okkara fiskiskapi eftir sild og lodnu í íslendskum sjógvi.
Makrelstríðið
Fyri at gera eina langa søgu stutta, so eydnaðist tað Føroyum, við tógvi stríð, at fleirfalda makrelkvotuna, í avtaluni sum var gjørd ímillum Føroyar, ES og Noreg í 2014, tá Bretland var partur av ES.
Eftir drúgva tilgongd frá 2009 til 2014 – nógv samráðingarumfør bæði á politiskum- og embætismannastigi – eydnaðist tað Føroyum at vinna størri rættindir, tá vit í avtaluni fingu 12,6% av heildarkvotuni (mlv) av makreli.
Undir tilgongdini, stríðnum, sluppu føroyskt uppisjóarskip ikki í ES, Norskar og Íslendskar havnir, og ES setti handilsbann v.m. í verk ímóti Føroyum. Men vit hildu fast og vunnu at enda okkara rættvísa part av makrelkvotuni, sum hevur havt stóran týdning fyri føroyska samfelagið.
Nú, 11 ár eftir søguligu makrelavtaluna, er landsstýrismaðurin, eins og undanfarni, farin eftir hæli og bukka undir fyri trýsti frá Noreg, Bretlandi og nú eisini Íslandi.
Tað var Bretland, sum sleit makrelavtaluna, eftir at Bretland var farið úr ES. Bretski parturin var partur av ES-kvotuni, og tí átti tað at verið ES og Bretland sum býttu tann partin sínámillum, í staðin fyri at Føroyar lata seg trýsta til at lata Bretlandi burturav føroyska partinum.
Við søguligu makrelavtaluni frá 2014 fekk Noreg 22,51% av heildarkvotuni, meðan Noreg, við avtaluni sum landsstýrið nú hevur undirskriva, fær Noreg 26,40% av heildarkvotuni.
Ísland, sum í tilgongdini, hevur ligið á 8% av heildarkvotuni, fær 10,50% av heildarkvotuni í avtaluni.
Ísland fær atgongd at fiska 30% teirra kvotu í føroyskum sjógvi.
Fiskimálaráðið hevur ikki í hesum sambandi, betra um atgongdina hjá føroyskum skipum at fiska norðhavssild og lodnu í Íslendskum sjógvi, við at fáa Ísland at taka burtur tekniskar foringar, sum gera tað trupult hjá føroyskum skipum at fiska norðhavssild og lodnu í íslendskum sjógvi.
Hettar er óskiljandi.
Fyri einum ári síðan var grundgevingin fyri at minka um føroysku kvotuna, at tað var so lítið av makreli í føroyskum sjógvi.
Tað kunnu so ikki verða somu grundgevingar sum Ísland hevur brúkt til at fáa 10,50% av heildarkvotuni, tí lítið og onki er til av makreli í Íslendskum sjógvi.
Tað er bert Føroyar sum hava minni part, samanborið við avtaluna frá 2014.
Virðingin fyri Føroyum er burtur og við nýggju makrelavtaluni, undirgrevur landsstýrismaðurin støðuna hjá Føroyum.
Jacob Vestergaard
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



