Heili 35 framsýnarar úr Føroyum og útlondum kunnaðu um útbúgvingar, lærupláss og starvsmøguleikar.
Frá morgni til kl. 14.30 var dagurin ætlaður næmingum í 9. og 10. flokki í fólkaskúlanum og næmingum á triðja ári á miðnámi. Næmingarnir vitjaðu básar, royndu ymiskt og lurtaðu eftir fyrilestrum.
Tiltakið er vaksið munandi. Undanfarnu árini hevur Markleys Útbúgving verið í Norðurlandahúsinum við umleið 15 básum. Í ár vóru 35 framsýnarar, millum annað miðnámsskúlar, føroyskar fyritøkur, sum bjóða lærupláss, og hægri útbúgvingarstovnar úr Føroyum og útlondum.
Kl. 14.30 endaði næmingadagurin við einari konsert við Bjarka V. Trondesen, sum mong munnu kenna frá sendingini Hoydalar. Samstundis lótu dyrnar upp fyri almenninginum.
Vegleiðingarstovan takkar øllum næmingum, lærarum, vegleiðarum, framsýnarum, fyrilestrarhaldarum og samstarvspørtum fyri teirra góða íkast til tiltakið.
Markleys Útbúgving var fyrstu ferð í Norðurlandahúsinum 3. desember 2003. Endamálið er at geva ungum betri innlit í útbúgvingar- og yrkismøguleikar, so tey fáa eitt gott grundarlag at taka avgerðir um sína framtíð.
Her hoyrist um Markleysa Útbúgving, sum var í tíðindunum í KVF 28. oktober.
Niðanfyri eru nakrar myndir frá degnum. Fleiri myndir síggjast her.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



