Skemta ikki við ein og hvønn - smáar sálir taka alt í álvara
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skemta ikki við ein og hvønn - smáar sálir taka alt í álvara
- úr Børkuvísum
Politikkur

Svar upp á spurning nr. 52-052/2026 eftir § 52a í tingskipanini frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, um matvøruprísir

Spurningurin er soljóðandi: 
1. Er landsstýrismaðurin nøgdur við ta tíðarætlan, sum er løgd fyri kappingina, ið er ætlað at finna grundleggjandi orsøkina til høga prísstøðið á gerandisvørum í Føroyum?

2. Ætlar landsstýrismaðurin sær at seta átøk í verk fyri at skunda undir hesa kanning? Og um so er hvørji?

Svar til spurning 1 
Kappingareftirlitið gjørdi og kunngjørdi í 2024 eina undankanning, sum varð bygd á tilfar, sum í størri og minni mun var alment atkomuligt, og hevði til endamáls at koma við einum skjótum og røttum svari upp á prísbroytingar, sum vóru hendar tá. Í undankanningini í 2024 varð hugt eftir, um føroysk handilsfólk høvdu gjørt sær dælt av Corona-støðuni og seinni krígnum í Ukraina. Niðurstøðan var, at tað høvdu tey ikki gjørt.

Undankanningin staðfesti umframt, at føroyska prístalið fyri matvørur ikki er hækkað meira enn prístalið í Danmark og øðrum londum, sum vit innflyta frá. Lutfallið millum tøku inntøkuna og brúkaraprístalið var minkað í tíðarskeiðinum, tí brúkaraprístalið á matvørum var hækkað, men at príshækkingarnar koma úr útlandinum.  

Størra marknaðarkanningin, sum Kappingareftirlitið er í gongd við nú, og sum væntandi verður tøk í 2027, er ein meira umfatandi marknaðarkanning, ið krevur meira arbeiðsorku – bæði frá kappingarmyndugleikanum, men eisini frá øðrum av landsins myndugleikum og vinnuni sjálvari. Tí til tess at gera slíka umfatandi marknaðarkanning, krevjast dátur, sum serstakt mugu framleiðast til nýtslu hjá Kappingareftirlitinum.  

Marknaðarkanningin, sum hevur til endamáls at staðfesta marknaðarfortreytirnar í øllum liðunum í virðisketuni, hyggur samstundis at uppáhaldum, sum javnan hava verið førd fram alment, ella beinleiðis yvir fyri kappingarmyndugleikunum. Talan er um umfatandi greiningararbeiði, sum Kappingareftirlitið skal fremja, samstundis sum áleikandi mál og aðrar týðandi uppgávur mugu røkjast, og eg meti tískil, at tíðarætlanin, sum er løgd fyri kanningina, ikki tykist at vera órímilig.

Svar til spurning 2 
Kappingareftirlitið er skipað sum óheftur myndugleiki í mun til umsitingina av løgtingslógini um kapping sambært § 2, stk. 3, í reglugerð nr. 4 um fundarskipan og virksemi hjá Kappingareftirlitinum frá 10. mars 2025.

Eg havi álit á, at Kappingareftirlitið ger sítt til, at marknaðargreiningin eftir § 29 í kappingarlógini verður tøk í 2027.

Vinnumálaráðið, 10. oktober 2026 
Jacob Vestergaard 
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #