Hóast bøtt útlit og betri úrslit enn somu tíð í fjør, so minkar partabrævið hjá Bakkafrost eini 6% frá morgunstundini.
Bakkafrost hevði eitt rakstrarúrslit á 273 milliónir krónur í øðrum ársfjórðingi, samanborið við 65 milliónir sama tíðarskeið í fjør.
Inntøkurnar øktust 16 prosent upp í 1,83 milliardir krónur, og tøkan vaks úr 23.054 tonsum upp í 29.894 tons.
Hóast framgongdina hevði samtakið 161 milliónir krónur í halli eftir skatt. Orsøkin var serliga ein negativ virðisjavning av lívfrøðiligu ognunum á 406 milliónir krónur.
Serliga stóra hallið í Skotlandi órógvar íleggjararnar. Skotska alivirksemið hevði 139 milliónir krónur í rakstrarhalli, og hallið fyri hvørt kilo vaks munandi.
Bakkafrost væntar at taka umleið 117.000 tons av laksi í 2026 – 97.000 tons í Føroyum og 20.000 tons í Skotlandi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



