Ein greining frá stóra bankanum BNP Paribas vísir á gransking, sum metir, at veðurfyribrigdið El Niño kann hækka alheims matvøruprísirnar við millum 5 og 8 prosentum.
Heimsveðurstovnurin hjá ST, WMO, hevur ávarað um, at fyribrigdið væntandi fer at koma í hæddina í desembur, har sjóvarhitin í Stillahavinum verður methøgur.
- Forsøgnirnar vísa næstan 100 prosent sannlíkindi fyri, at fyribrigdið heldur fram til februar 2027, og tað kann gerast eitt tað sterkasta síðani í minsta lagi 1950, sigur aðalskrivarin í WMO, Celeste Saulo, í tíðindaskrivi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



