– Lortendar, skittur og oyðileggjandi, endurgevur VG viðmerkjarar hjá norska TV2 fyri at siga um dystin millum Frakland og Paraguai, og sipar hann til leikararnar hjá Paraguai.
– Fótbólturin vann. Eg hirði ikki at tosa um Paraguai, sigur franska legendan Thierry Henry í Fox Sports-studio.
– Leikararnir hjá Paraguai vóru ein vanæra í kvøld. Vóru teir mínir leikarar, hevði eg tikið teir av vøllinum. Eg hevði ikki viljað vunnið á slíkan hátt, sigur fyrrverandi málverjin hjá Onglandi Joe Hart í sendingini hjá BBC.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



