Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Meginfelag Búnaðarmanna koyrdi stórar nøgdir av osti burtur í fjør. Tað stendur at lesa í ársfrágreiðingini.

Orsøkin er, at hølini hjá virkinum, sum er, eru óegnað til tað slagið av ostaframleiðslu, sum MBM ætlaði sær at hava.

- Vit ætlaðu at fáa nýggjan ost á marknaðin í 2021, men framleiðslan av osti hevur víst seg at vera sera trupul, og hava vit verið noydd at burturbeina stórar nøgdir av osti, orsakað av at hølini hjá okkum ikki eru egnað til hetta slag av ostaframleiðslu sum er. Neyðugt er við einum ostarúmi burturav - einum rúmi, sum er avbyrgt frá restini av virkinum, sigur leiðslan millum annað í frágreiðingini.

Hóast virkið koyrdi nógvan ost burtur, so vaks samlaða sølan av mjólkaúrdráttum í fjør í mun til fyrraárið.

Les eisini: Meginfelag Búnaðarmanna við nógv minni úrsliti hóast metsølu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo