Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Í dag var móttøka á Lágargarði í sambandi við, at Hennina Petersen fyllir 100

Fráfaringarmóttøka var í Heilsuhúsinum í dag seinnapartin í sambandi við, at Erna Hovgaard sum 72 ára gomul leggur frá sær eftir samfull 36 ár í Heimatænastuni

Í morgun var lítið hátíðarhald á Ráðhúsinum í sambandi við, at Høgni Krossteig Nielsen, sum hevur starvast í 25 ár hjá Tórshavnar kommunu, nú leggur frá sær fyri aldur. Annika Olsen nevndi, at tað helst er sjáldsamt, at ein 25 ára starvsdagur fellir saman við seinasta arbeiðsdegi

 

100 ára hátíðarhald hjá samkomuni í Betesda - heystið 2017. Tak niður skrá

- Tann 25. juni í ár fylti tann littereri, journalistiski og æstetiski slitmaðurin, Hanus Kamban 75 ár

BirkBloggur takkar Jógvani fyri róðurin higartil, og ynskir honum til lukku við teim sjeyti, og góða eydnu við nýggju tilveruni sum fríyrkisfólk í Kringvarpinum

Á syftunsøku (2. juli) eru liðin fimmti ár síðan Kjartan Mørkøre varð prestvígdur í Havnar Kirkju. Ein merkisdagur, tí ikki síðan biskupsstólur Føroya varð niðurlagdur í 1557 hevði nakar prestur verið vígdur í Føroyum

- Í dag fyllir útvarpsmaðurin, Jógvan Arge, 70 ár. Hann er sonur Niels Juel og Petru Arge og varð føddur á íslendska tjóðardegnum 17. juni í 1947

Esther Mikkelsen, Klaksvík, ættað úr Sørvági, hevur í dag 85 ára føðingardag. Dagurin verður hildin saman við familjuni

Í dag seinnapartin var føðingardagur hildin í Odd Fellow í Havn, nú Sámal Patursson fyllir 100 ár. Fleiri røður vórðu hildnar og Annika Olsen, borgarstjóri, heilsaði Sámali og konuni Elisabeth frá Tórshavnar kommunu

Í gjár fylti Daniella Olsen 104 ár. Hon er næstelsta fólk í Tórshavnar kommunu og er kend sum eitt skilafólk, ein vitug og upplýst kvinna

Í dag høvdu Anna Hansdóttir og Sólbjørg Egholm báðar 20 ára starvsdag. Báðar starvast sum familjuráðgevarar í Familjuráðgevingini

- Tann 8. juli hátíðarhalda vit 75 og 70 ára føðingardag okkara

Móttøka verður í Miðlahúsinum í Havn í dag klokkan fýra í sambandi við at blaðið hevur 90 ára føðingardag. Ein av teimum sum hevur starvast á Sosialinum er landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam

Føroyska Inger Klein Thorhauge er eitt av fáu dømunum um ein persón, sum hevur arbeitt seg upp frá botninum og er endað á toppinum – í hesum føri sum kapteynur á stórum altjóða ferðamannaskipum

unnudagin 7. mai 2017 vóru konfirmantar frá 1957 samlaðir til familjugudstænastu í Hvalbiar kirkju, har Jens Mortan Mortensen, prestur, prædikaði

Lions Club í Havn hevur gjørt av at heiðra Óla Jacobsen sum Ársins borgara 2017

Í dag verður 100 ára hald fyri missiónsarbeiðinum á Toftum. Haldið byrjar kl.15.00 í missiónshúsinum Tabor

 

Í morgin, 1. páskadag, fyllir hennara Hátign Margretha Drotning 77 ár, og tað verður hátíðarhildið við Kolonihavnina í Nuuk

Í dag eru tvey ár síðani ferðafólkaflogfarið hjá Germanwings datt niður í Alpunum á veg úr Barcelona til Düsseldorf. Øll tey 144 ferðafólkini og øll manning á seks umkomust

Hon hevði 40 ára starvsdag á Ellisheiminum og skuldi hava eina heilsu frá kommununi og blómur frá borgarstjóranum. Men hon fekk eisini eina heilsan frá drottningini, sum hevði latið henni “fortjenstmedaljen i sølv” fyri trúgva tænastu

Jógvan Fríðriksson er føddur 19. februar 1957 á Strondum, og tann 1. desember 2007 tók Jógvan Fríðriksson við embætinum sum biskupur Føroya

Regin Høgnesen í Leirvík hevur verið trúboðari hjá Kirkjuligu Heimamissiónini í 25 ár. Hann byrjaði í starvi tann 1. februar 1992, og frammanundan hevði hann verið frítíðartrúboðari í hálvtannað ár

Kringvarp Føroya fyllir í dag 60 ár. Her eru nakrar tíðindasøgur, útvarpið og sjónvarpið hava viðgjørt síðani Útvarpið varð stovnað 6. februar 1957

Í ár eru 25 ár liðin síðani Onkologiska Ambulatorium varð sett á stovn á Landssjúkrahúsinum. Í tí sambandi verður móttøka á deildini fríggjadagin 10. februar millum kl. 13.00-15.00

Fríggjadagin seinnapart var samkoma í Skúlanum á Argjahamri fyri Eyðuni Hansen, húsavørði, sum nú hevur lagt frá sær vegna aldur. Vegna Tórshavnar býráð takkaði Annika Olsen, borgarstjóri, fyri langa og drúgva tænastu

- So bleiv hesin bóndin 30 ár og hann ynskir pipari har pipari grør. Tillukku við degnum og vit gleða okkum til brúdleypið!

Í sambandi við, at Dánjal Joensen fer frá fyri aldur síðst í januar, verður almenn móttøka í høvuðssætinum í Eik Banka

Í dag hevur Petra Viderø Johannesen arbeitt 40 ár á Advokatskrivstovuni

Eitt av mest royndu og kendu embætisfólkum landsins fer nú úr starvi. Eftir 38 ár í drúgvari almennari tænastu gevst Sigurd Poulsen sum stjóri á Hagstovuni, tá ið hann fyllir 70 ár í maj

Við ársskiftið hevði Jón B. Niclasen starvast í 30 ár á Matriklinum. Tey fyrstu gott 20 árini á Matrikulstovuni og tey seinastu knappt 10 árini á Umhvørvisstovuni

- En sanselig og farverig vulkan fejres

Hátíðarhald var á havnarskrivstovuni í dag, nú John Ove Hansen helt 40 ára starvsdag hjá Tórshavnar havn. John Ove er maskinsmiður, men byrjaði hjá Tórshavnar havn sum kranførari

Hátíðarhald var á Tannlæknastovuni hjá Tórshavnar kommunu í morgun, nú Jóna Thomsen eftir 47 árum í starvi hjá kommununi leggur frá sær vegna aldur

- Í samband við at skúlin fyllir 30 ár 6. desember, er ætlanin at hátíðarhalda dagin við einari hugnaløtu. Hugnaløtan byrjar kl. 19.00 við sangi, røðum og hugleiðingum

Lítið hugnalig samkoma var í Santa Frants Skúla seinnapartin, har leiðslan heiðraði Maritu Glerfoss á hennara 35 ára starvsdegi og borgarstjórin var og heilsaði uppá

Måns Persson bleiv settur sum kommunuskrivari i í Gøtu kommunu tann 1. juli 1983, og kom yvir í samanløgdu Eysturkommunu í 2009

Hátíðarhald í Ebenezer sunnukvøldið 27. nov. kl. 18

Í hesum døgum eru fimti ár síðani fyrsti Lions klubburin í Føroyum var settur á stovn. Hetta verður hátíðarhildið í dag

Sunnudagin 20.november 2016 verður Marius Thomas Rein 75 ár

- Í ruskveðrið ynski eg Landsfelagnum fyri bjargingarfeløg í Føroyum, hjartaliga til lukku. Stovnandi árið varð 1975 og leita vit í skjølum felagsins, er 15. november stovningardagurin

Leygardagin verða bæði móttøka og veitsla, nú 50 ár eru liðin, síðani Lions Club Tórshavn varð settur á stovn, og millum annað verða gávur fyri yvir 300.000 krónur handaðar feløgum og stovnum

Í sambandi við at Bergtóra Hanusardóttir fyllir 70 ár hevur Landsbókasavnið alment tiltak týsdagin 15. november kl. 17.00, har Bergtóra verður heiðrað

Í gjár fylti Dagstovnurin á Velbastað 25 ár. Samstundis hevði Elsa Jacobsen 25 ár starvsdag, tí hon hevur verið við líka frá byrjan

Lítil hátíðarløta var í Posthúskjallaranum í dag, har húsavørðarnir hjá kommununi hátíðarhildu, at Oskar Eiriksson og Hans Jákup Ferjá høvdu 10 ára starvsdag

Hósdagin 3. novembur fyllir Óla Hans Johannessen 70 ár

Sunnudagurin 6. november er allahalgannadagur. Hesin dagur er eisini vígsludagur kirkjunnar og sostatt dagurin, tá Hoyvíkar kirkja heldur sín 9 ára dag

Í gjár var serlig løta í Hvalba, tá ið minnismerkið um Jens Christian Norðberg var avdúkað

Í dag, 24. oktober 2016, eru 35 ár liðin síðan Meginfelag teirra, ið bera brek í Føroyum varð sett á stovn. Síðani 24. oktober 1981 hevur MBF verið eitt virkið felag

- Stórkeypmaðurin Niels Mortensen, Tórshavn, fyllir 50 ár fríggjadagin 28. oktober