Ongin er so begávaður sum tann, vit eru samd við, ikki so?
- Margretha drotning

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ongin er so begávaður sum tann, vit eru samd við, ikki so?
- Margretha drotning
Vinna

Business Line: Annan ársfjóðingin 2026 høvdu fyritøkurnar í USA eitt samlað avlop áðrenn skatt uppá 4800 mia dollarar, svarandi til 31.000 mia DKK. Hetta svarar til 18% av amerikansku bruttotjóðarúrtøkuni, sum er besta úrslit síðan annan heimsbardaga.

Tað skrivar Financial Times við støði í tølum frá greiningarhúsinum Bureau of Economic Analysis. Løntakaraparturin av hesum methøga vinningi hjá fyritøkunum, tvs lønir og aðrir starvsfólkaágóðar, er hinvegin fallin til tað lægsta síðan í 1950-unum, framgongur m.a. í greiningini.

Henda støðan, at fyritøkurnar fara avstað við alsamt vaksandi parti av vinninginum, hevur ført til misnøgd millum amerikanskar løntakarar. Meðan politiska leiðslan hjúklar um fyritøkurnar við umfatandi skattalættum, uppliva vanligu løntakararnir stórar príshækkingar á vørum og tænastum, samstundis sum almennar stuðulsskipanir eru skerdar.

– Gjógvin millum tey væl bjargaðu og vanliga løntakarin veksur ár um ár og og er hetta í stóran mun politisku leiðsluni í USA fyri at takka, skrivar Financial Times m.a. í viðmerkingum til greiningina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #