

Kanska er tað ikki at taka munnin ov fullan at siga, at Maria á Heygum, í Vestmanna betur kend sum Mia, var tann sum byrjaði havsvimjing í Føroyum, ella at dyppa sum tað nú eitur, og sum nógv í dag síggja sum eina sanna keldu til vælveru.
Í dag fyllir Mia 101 ár. Hon býr á Heiminum á Grønanesi, og sjálvt um hon ikki svimur hvønn dag longur, so kemur tað meira enn so fyri at hon saman við onkrum av starvsfólkunum á heiminum hoppar útí.
Ommusonurin, Heiðrikur á Heygum, gjørdi henda stutta dokumentarfilmin um Miu fyri nøkrum árum síðani.
Har greiðir hon millum annað frá, hví hon byrjaði at svimja á sjónum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo