Ongin er so begávaður sum tann, vit eru samd við, ikki so?
- Margretha drotning

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ongin er so begávaður sum tann, vit eru samd við, ikki so?
- Margretha drotning
Tiltøk

Innsent: Logos Hope er nakað serligt fyri okkum føroyingar, tí hetta er gamla Norrøna, men skipið er eisini vert eina vitjan, tí umframt ein góðan drekkamunn og rundsýning, er skipið eitt av heimsins størstu flótandi bókasølum við fleiri enn 5000 bókatittlum av alskyns slagi, sum eru bíliga til sølu.

Tað er ikki á hvørjum degi, at Logos Hope vitjar í Føroyum, tí seinasta vitjanin var í 2009 – men nú er skipið, ið vit føroyingar best kenna sum gamla Norrøna, her.

Logos Hope liggur á Havnini í løtuni, og mikudagin kl. 13:30 leggur skipið at á vestara havnarlag í Klaksvík, og kl. 16:30 verður almenn móttøka á bryggjuni, har løgmaður og borgarstjórin fara at heilsa skipi og manning.

Skipið verður liggjandi í Klaksvík til náttina til mánadagin, og skipið er opið allar dagarnar – og tað er vert eina vitjan.

Ikki minst er tann risastóra bókasølan áhugaverd at vitjan, tí hon inniheldur eitt nú barnabøkur, vísidi og lærubøkur, matgerð og áhugamál, skaldskap og klakssikarar, kristnarbøkur og bíbliur, mál ,søgu og landafrøði.

Umborð eru umleið 400 fólk úr fleiri enn 60 londum, sum sum arbeiða og búgva umborð – og øll eru sjálvboðin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #