Eydnuna fáa vit ikki ókeypis. Hon kemur av okkara egnu gerðum
- Dalai Lama

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eydnuna fáa vit ikki ókeypis. Hon kemur av okkara egnu gerðum
- Dalai Lama
Onnur tíðindi

Tað er synd at siga, at jarðarferðin hjá fyrrverandi iranska leiðaranum, ayatollah Ali Khamenei, er í stillum. Líkið skal vitja nógvar býir og trý lond og tekur meira enn eina viku, skrivar dr.dk.

Amerikumenn beindu fyri Khamenei 28. februar. Tá hevði hann verið leiðari í Iran í 37 ár.

Jarðarferðin byrjaði í gjár og heldur fram dastið av næstu viku. Fleiri milliónir luttaka longu ella fara at taka lut í jarðarferðini, sum endar 9. juli tá Khamenein verður jarðaður í føðibygd síni, Mashhad. Tá hevur kistan verið í býunum Najaf og Karbala í Irak, umframt fleiri býum í Iran. 

Sera strong trygdartiltøk eru sett í verk, ikki minst tí at jarðarferðir sum henda í Iran lættliga kunnu enda í fullkomnum ruðuleika. Eygleiðarar hava bitið merki í, at sonur Khamenei, ayatollah Mojtaba Khamenei, ikki hevur verið at sæð higartil, og gitt verður, um tað er tí stúrt verður fyri trygdini hjá honum, ella um tað er tí at hann ikki er førur fyri at taka lut í jarðarferðini.

Ayatollah Mojtaba Khamenei hevur ikki verið at sæð alment síðani pápin doyði.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #