Flogvit er 1% viðføtt og 99% bit og slit
- Thomas E. Edison

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Fimtan ára gomul var Mimi Syed í Føroyum sum AFS næmingur í 90-unum. Tí dugir hon eisini føroyskt. Ættarbond hennara eru úr Pakistan.

Á fundi í gjárkvøldið upplýsti hon at hon er ikki muslim, dugur ikki arabiskt og hevur einki samband við stríðandi partar í Gasa og har um leiðir, men arbeiðir bara sum lækni.

BBC hevur í dag havt beinleiðis samrøðu við Mimi Syed úr Føroyum, nú tey fakta tjekka tíðindi um, at børn undir 12 ára aldur verða skotin í Gasa.

Filmur er gjørdur um virksemið hjá læknafelagsskapinum, hon er við í. Hesin filmur lýsir nakrar av hendingunum, har børn verða skotin. Mimi Syed er ein av læknunum, sum samrøður eru við í filminum, sum algerska Amel Guettatfi hevur gjørt í ár. Amel hevur vunnið 10 Emmy virðislønir fyri journalistiskt virksemi.

Filmurin sæst: her

Á sínum Facebook profili í dag, takkar Mimi Syed fyri fund við løgmann har hon fekk høvi at siga frá sínum upplivingum í Gasa.

Les eisini:

Hví spyrt tú ikki á føroyskum?

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo