Skemta ikki við ein og hvønn - smáar sálir taka alt í álvara
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skemta ikki við ein og hvønn - smáar sálir taka alt í álvara
- úr Børkuvísum
Onnur tíðindi

Sambært Minesto er hetta met innan vinnugreinina og vísir, at tøknin kann rekast við lutfalsliga lágum viðlíkahaldskostnaði.

Arbeiðið fevndi millum annað um eftirlit við uppstigaða generatorinum, sum hevði verið í rakstri í tíggju vikur, umframt annað viðlíkahald og royndir.

Viðlíkahaldið varð framt í einum tíðarskeiði við lítlari sjóvarfalsorku, soleiðis at framleiðslumissurin varð avmarkaður.

– At vit kunnu fremja umfatandi viðlíkahald og fáa orkuframleiðsluna í gongd aftur eftir bert 48 tímum, er ein avgerandi kappingarfyrimunur við okkara tøkni, sigur Martin Edlund, stjóri í Minesto millum annað í børsfráboðanini.

Hann vísir á, at skipanin ikki krevur stór og kostnaðarmikil serútgjørd skip ella framkomna havnainfrastruktur.

Minesto hevur ment tøknina í Føroyum síðani 2020. Felagið leggur dent á, at samstarvið við føroyska felagið SJH Offshore hevur havt stóran týdning fyri at stytta viðlíkahaldstíðina.

Málið er at gera tøknina búna til størri vinnuligar útbyggingar við fleiri orkueindum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #