Fæ doyr, frændur doyggja. Eitt veit eg, sum ongantíð doyr. Minnið um dáð deyðamanna
- Hávamál

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Fæ doyr, frændur doyggja. Eitt veit eg, sum ongantíð doyr. Minnið um dáð deyðamanna
- Hávamál
Vinna

Hagstovan: Samlaðu útreiðslurnar hjá almenna geiranum vóru knapt 15,1 milliard krónur í 2024, ímeðan samlaðu inntøkurnar vóru 15,5 milliardir krónur.

Almenni geirin hevði sostatt eitt yvirskot á knappar 400 milliónir krónur í árinum.

Almenni geirin fevnir í hesi uppgerð um land, kommunur, danskar ríkisstovnar í Føroyum og sosialar trygdargrunnar, so sum ALS og Samhaldsfasta.

Samlaðu útreiðslurnar hjá bæði lands- og kommunugeiranum minkaðu eitt vet, ímeðan útreiðslurnar hjá ríkisstovnunum og sosialu trygdargrunnunum vuksu.

Almennu íløgurnar minkaðu
Almenni geirin gjørdi íløgur fyri 1,6 milliardir krónur í 2025, sum er 23,3 prosent minni enn í 2024. Íløgurnar hjá landinum eru minkaðar tvey ár á rað, ímeðan hetta er fyrstu ferð íløgurnar hjá kommununum minka síðan 2021.

Kommunalu íløgurnar í ítróttaranlegg minkaðu niður í eina helvt í mun til 2024, av tí at fleiri stórar verkætlanir stóðu lidnar í 2025, so sum stórhøllin við Tjarnir, svimjihøllin í Runavík og útbyggingin av svimjihøllini í Havn. Eisini íløgurnar í vegir eru minkaðar, síðan Havnavegurin stóð liðugur í 2025. Harafturímóti vuksu íløgurnar í dagstovnar við góðum 68 milliónum krónum samanlagt fyri allar kommunurnar.

Eisini íløgurnar hjá landinum minkaðu í 2025. Íløgur í tunlar og vegir minkaðu við eini helvt, av tí at tunlarnir Norður um Fjall blivu lidnir í 2024, og Fámjinstunnilin bleiv liðugur í juni 2025. Útreiðslurnar til útbyggingina av sjúkrahúsinum vóru eisini nakað minni í 2025 enn undanfarin ár. Harafturímóti vóru størri íløgur gjørdar í Fróðskaparsetrið.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #