Mynd: VP/ólavur
Mynd: VP/ólavur
Tilbúgvingin í FO hevur seinastu nógvu árini havt ivasama raðfesting politiskt, og so er enn.
Fólkið setur ikki spurningar, men fegnast saman við fjølmiðlunum hvørja ferð bygnaðarbroytingar verða gjørdar, og pinnamatur og vín kemur á borðið.
Nýggj heimasíða, búmerki, og hølir, heit luft, lítið og einki innihald, mest sum hvørja ferð. Tað er nokk so ofta at tað hendir, í øllum førum hvørja ferð man rennir seg fastan.
Tá er politiska loysnin og gandaorðið - bygnaðarbroytingar!
Afturi í 90'unum sat ein timburmaður ella tveir og royndu at samskipa tilbúgvina í landinum undir landsverkfrøðinginum, sum ikki tímdi at fáast við slíkt fjas.
Man flutti økið yvir í Fiskimálaráðið, sum heldur ikki vildi hava hana, setti ein samskipara, men lítil og eingin politisk raðfesting var gjørd um hvat man vildi við hesum.
Uttan mál og mið riggar ofta illa, tí bleiv tað aftur og aftur umskipað og flutt, so ofta at neyvan nakar nú veit ella minnist, hvar tað ikki hevur verið.
Nýggj nøvn og heimasíða, brunaumsjón, tilbúgvingarstovnur, undir arbeiðseftirlitið á heilsufrøðiligu starvstovuni, aftur í Fisk, osfr.
Politiskt var og er eingin vilji, málsøkið blívur flutt, sum bukka millum sengur. At fáa nakað munagott svar frá tilbúgvingini er sum at skutla hval, tað glíður av á hvøljuni.
Nú er tað aftur enda í Fiskimálaráðnum, sum nú eitur Vørn, tí tað ljóðar nógv betur, og so aftur pinnamat. Men neyvan man tað fara at gera nakran mun.
Kanska skal man viðurkenna politiskt at vit hvørki tíma ella megna at fáast við hetta øki, og so bara sløkkja "eldarnar" tá teir koma. Okkurt høvd kann rulla av og á, og øll eru glað.
Politiska skommin er fullkomin og politikarnir sleppa undan ábyrgd hvørja ferð. Her er eitt uppskot til loysn.
Avtak løgtingið, send dølgarnar til hús.
Fyrireika og upplýs fólkið um folkaræðislig mál.
Ger týðandi atkvøðugreiðslur talgildar, sum t.d. í Sveis.
Vandin er lítil, fólk flest eru betur lærd og upplýst enn tey sum sita á tingi.
Føroya Løgting er elsta ting í Europa sigst. Gleðist um tað og komi víðari.
Ger løgtingið um til eitt savn, tak 200 kr fyri eina rundvísing.
Lat hesar sum sita nú sita setuna út, sum sjónleikarar, takka so fyri.
Spurningar, áður settir á tingi, kunnu svarast av AI ella Google.
AI
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



