Hvørki av foreldrunum fingu barnafrádrátt fyri eitt barn, sum varð føtt í 2019, tí TAKS ikki hevði skrásett frádráttin.
Feilurin varð ikki uppdagaður fyrr enn í 2025. TAKS skrásetti tá frádráttin og rindaði hann aftur fyri 2022, 2023 og 2024, men noktaði at gera tað sama fyri árini 2019–2021.
Kærarin vísti á, at barnafrádrátturin eigur at verða skrásettur sjálvvirkandi, og at hvørki mamman ella pápin høvdu fingið boð um, at eingin teirra fekk hann.
Kærustovnurin staðfestir, at feilurin stóðst av skrásetingarskipanini hjá TAKS, og finst at, at mannagongdirnar ikki eru betur skipaðar. Kortini varð avgerðin hjá TAKS staðfest.
Grundgevingin er, at trý ára freistin fyri at broyta skattauppgerðirnar var farin. Sambært Kærustovninum hava borgarar sjálvir ábyrgdina av at kanna, um skattauppgerðin og frádráttirnir eru rætt skrásett.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



