Ein politikari, sum skattar Tummas fyri at gjalda Hanusi, kann altíð rokna við atkvøðuni hjá Hanusi
- George Bernhard Shaw

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ein politikari, sum skattar Tummas fyri at gjalda Hanusi, kann altíð rokna við atkvøðuni hjá Hanusi
- George Bernhard Shaw
Innlendis ítróttur

Í komandi HM undankapping er føroyska kvinnulandsliðið í bólki saman við Grikkalandi og Georgia - Mynd: Jóhanna Thomsen

Í komandi HM undankapping er føroyska kvinnulandsliðið í bólki saman við Grikkalandi og Georgia - Mynd: Jóhanna Thomsen

Í komandi HM undankapping er føroyska kvinnulandsliðið í bólki saman við Grikkalandi og Georgia - Mynd: Jóhanna Thomsen

FSF: – Vit eru komin væl í gongd. Ársins fyrsta landsliðsvening hevur verið, og vit eru spent til undankappingina, ið stendur fyri framman. At tað so eisini hevur eydnast okkum at fáa ein venjingardyst í lag, kemur sjálvandi væl við, og styrkir um fyrireikingarnar til HM undankappingina.

Tað sigur landsliðsvenjarin hjá kvinnum, Pætur Smith Clementsen, við heimasíðuna hjá FSF.

Venjingardysturin, sum verður ímóti Kýpros, verður á útivølli mánadagin 2. mars. Fimm dagar seinni fer undankappingin av bakkastokki.

Í komandi HM undankapping eru Føroyar í bólki C4, saman við Grikkalandi og Georgia. Fyrsti dysturin í HM undankappingini verður á útivølli leygardagin 7. mars, tá Grikkaland tekur ímóti á Theodoros Vardinogiannis Stadion á Kreta.

Í apríl mánað eru heimadystirnir á skránni. Tann 14. apríl koma grikkar á vitjan, og 18. apríl møtast Føroyar og Georgia á Tórsvølli. Útidysturin móti Georgia verður spældur fríggjadagin 5. juni.

HM-undankappingin er deild upp í tríggjar deildir – A, B og C. Føroyar eru í deild C. Teir fýra bólkavinnararnir í deild A spæla seg beinleiðis víðari í sjálvt endaspælið, meðan hini londini í deild A og bólkavinnarar og bestu 2’ararnir í deild B og C kunnu spæla seg víðari til endaspælið umvegis tvey play-off umfør.

UEFA hevur fingið tillutað 11 pláss til HM-endaspælið, sum verður í Brasil á summri 2027.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #