Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Herfyri skrivaðu vit um timburhandilin Bygma Balslev, sum klárar seg somikið væl, at hann seinastu 12 árini hevur sent donsku eigarunum 155 milliónir krónur í vinningsbýti. Men tað eru ikki allar danskar fyritøkur innan byggivinnuna sum hava líka hepna hond við sínum virksemi í Føroyum.

Í fjør hevði MT Højgaard Føroyar hall uppá 31,2 mió kr. Sjálvt bruttovinningurin var negativur við 14,3 mió kr. Eisini í fyrraárið var støðan bedrøvelig, so samlaða úrslitið hesi bæði seinastu árini hevur verið góðar 57 mió kr eftir reyv.

Eginognin er negativ við 2,7 mió kr, tað vil siga, at skuldin er hægri enn virðini í felagnum, og danska móðirfelagið hevur veitt føroyska felagnum eina innspræning uppá tilsamans 35 mió kr hesi bæði seinastu roknskaparárini. Og móðirfelagið lovar at spýta enn meira í, um tað blivið neyðugt.

Av verkætlanum sum MT Højgaard Føroyar hevur gjørt í Føroyum kunnu nevnast høvuðsbygningurin hjá Føroya Tele, Fuglafjarðar Skúli, H-bygningurin hjá Landssjúkrahúsinum, Heimastahorn II og heimið Urd sum sæst á myndini.

Fíggjarstøðan hjá MT Højgaard Føroyar javnvigar við 24 mió kr, men stuttfreistaða skuldin er 23 mió kr og av hesum er skuld til móðirfelagið bert 8 mió kr. Men í notunum sæst, at móðirfelagið lovar at gjalda kravánarum, um felagið ikki megnar at gjalda.

Í notunum ger grannskoðarin eisini vart við óvissuna um going concern, men nevnir lyftið hjá móðirfelagnum at hjálpa til um neyðugt, og nevnir eisini at leiðslan væntar yvirskot í 2023 sum fer at endurreisa eginpeningin. Hetta er tó ikki í samsvari við tað sum leiðslan sjálv sigur í frágreiðingini um hvat hon væntar sær av framtíðini. Har sigur hon, at hon væntar sær eitt minni negativt úrslit, tí felagið bjóðar ikki longur uppá arbeiðir.

Sven Klejs Mortensen er stjóri í MT Højgaard Føroyar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo