Verkætlanin hevur fingið navnið Project Meridian. Hegseth legði ætlanirnar fram í røðu á sjóverjustøðini Quantico í Virginia.
– Endamálið er at kasta eitt kreativt eyga á framtíðina og finna tey øki, sum vit mugu stjórna og teir førleikar, sum vit mugu hava, segði Hegseth.
Musk fer at standa á odda fyri arbeiðinum saman við fyrrverandi republikanska formanninum, Newt Gingrich, og Palmer Luckey, sum er medstovnari av vápnafyritøkuni Anduril, skrivar AP sambært norska TV2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



