Talan er um Skerpi, hjallin hjá Gist&Vist samtakinum, sum hevur verið brúktur sum partur av matstovuupplivingunum hjá teimum.
Hann feyk á sjógv í nógva vindinum herfyri, og varð tikin upp aftur nakað sunnan fyri havnina á Sundi í dag.
Tað var SJH Commercial Divers sum tók hjallin upp aftur við einum av bátum sínum, Tjaldurshellu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



