Framtíðin kemur ofta ófráboðað
- George F. Will

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framtíðin kemur ofta ófráboðað
- George F. Will
Politikkur

Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-016/2026 eftir § 52a í Tingskipanini frá Astrið Breckmann, løgtingskvinnu, settur Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum, um fremmandamál í fólkaskúlanum.

Fyrispurningurin er soljóðandi: 
1. Hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin við undirvísingini í fremmandamálum í fólkaskúlanum?

2. Ætlar landsstýrismaðurin at gera týskt til kravda lærugrein í 7. flokki, áðrenn næmingar í 8. og 9. flokki kunnu velja týskt?

3. Hevur landsstýrismaðurin mett um, hvørja ávirkan tað kann fáa á talið av næmingum, sum velja týskt í fólkaskúlanum, at upptøkukravið í týskum til hugvísindabreytina á miðnámi verður tikið burtur?

Svar 
Til 1:
Landsstýrismaðurin metir, at góðir málførleikar hava stóran týdning fyri fakligu og persónligu menningina hjá næmingunum.  

Í fólkaskúlanum byrja næmingarnir við føroyskum í 1. flokki, donskum í 3. flokki og enskum í 4. flokki. Seinni fáa næmingarnir eisini møguleika at velja týskt.  

Sum landsstýrismaður meti eg tað verða sera umráðandi, at vit framhaldandi menna málundirvísingina í fólkaskúlanum, har dentur eigur at vera lagdur á, at undirvísingin er fakliga væl grundað, samanhangandi og viðkomandi, og at næmingarnir bæði menna sínar málsligu førleikar og fáa áhuga fyri málum og teimum mentanum, sum málini geva atgongd til.

Í hesum sambandi er umráðandi, at vit hava greiðar námsætlanir, kveikjandi undirvísingartilfar og góðar læraraførleikar, soleiðis at fortreytirnar gerast góðar fyri dygdargóðari undirvísing í fremmandamálum kring landið, og er hetta nakað eg framhaldandi fara at virka fyri verður gjørt.

Til 2: Sambært galdandi tíma- og lærugreinabýti er týskt vallærugrein í 8. og 9. flokki.  Løgtingið hevur tó samtykt broyting í fólkaskúlalógini, sum kemur í gildi frá skúlaárinum 2028/29.  

Við broytingini verður týskt vallærugrein í 7.– 9. flokki.

Landsstýrismaðurin sær góðar møguleikar í einari skipan, har allir næmingar fáa grundleggjandi undirvísing í týskum í 7. flokki og síðani kunnu velja at halda fram við týskum í 8. og 9. flokki.

Hetta hevði givið næmingunum eitt fakligt grundarlag, har teir fáa eina fatan av hesi lærugrein, áðrenn teir taka støðu til, um teir hava áhuga at velja týskt framhaldandi.  

Skal týskt gerast kravd lærugrein í 7. flokki, so krevur tað eina broyting í fólkaskúlalógini og eina tillaging av tíma- og lærugreinabýtinum. Í arbeiðinum við møguligum tillagingum fram ímóti skúlaárinum 2028/29 verður hesin møguleikin tikin við í arbeiðið og kannaður nærri.

Endalig støða er ikki tikin til hetta, og ein møgulig broyting má síggjast sum partur av samlaðu raðfestingini av lærugreinunum í fólkaskúlanum. Í sama arbeiði er ætlanin eisini at styrkja og raðfesta handaligu og skapandi lærugreinarnar, herundir handaverk og list.  

Til 3: Í dag er undirvísing í týskum í fólkaskúlanum ein treyt fyri upptøku á hugbreyt á miðnámi, eins og alis- og evnafrøði fram til skúlaárið 2028/2029 er treyt fyri upptøku á náttúrubreytina á miðnámi. Tað kann ikki útilokast, at upptøkukravið hevur verið ein orsøk hjá summum næmingum at velja týskt, og at avtøka av hesum kravi tí kann fáa ávirkan á næmingatalið.

Umsøkjaratalið til hugbreytina er tó lækkað munandi seinastu árini. Í 2022 vóru 154 umsøkjarar, í 2025 vóru 88, og í 2026 vóru 73 umsøkjarar, og vísa hesi tøl okkum, at núverandi skipan ikki er við til at stimbra málførleikan hjá okkara næmingum.

Frá skúlaárinum 2028/29 verður alis- og evnafrøði kravd lærugrein í hádeildini, og serstaka upptøkukravið til náttúrubreytina verður tí ikki longur viðkomandi á sama hátt. Verður upptøkukravið í týskum varðveitt, verður tað sostatt einasta upptøkukravið av hesum slagi til gymnasialu breytirnar. Hetta er galdandi, hóast týskt ikki er kravd lærugrein hjá teimum lesandi á hugbreyt.

At upptøkukravið verður tikið burtur merkir ikki, at týskt verður mett at hava minni týdning í fólkaskúlanum. Tvørturímóti verður týskt frá skúlaárinum 2028/29 boðið út sum vallærugrein longu í 7. flokki, soleiðis at næmingarnir fáa møguleika at hava týskt í trý ár, í staðin fyri tvey ár sum í dag. Harumframt verður, sum nevnt, hugt nærri at møguleikanum fyri at gera týskt til kravda lærugrein í 7. flokki og síðani lata týskt vera vallærugrein í 8. og 9. flokki. 

Vinarliga 
Bárður á Lakjuni 
landsstýrismaður í mentamálum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #