Polizei Hannover/dpa/picture alliance
Polizei Hannover/dpa/picture alliance
Seinasta vikuskiftið var Halloween hátíðarhildið kring heimin og eru tað mong, sum hava gjørt sær dalt við at gera nógv burturúr hesum og er hetta ein óhugnaligur hugni hjá nógvum.
Føroyingar gera ikki nógv við at ganga hús í húsi at biða um bomm, tí hetta gera vit til fastalávint, men uttanfyri Skandinavia verður nógv gjørt burturúr.
Mangan hevur ein sæð filmar um Halloween og nógvar óhugnaligar grýlur ganga úti umframt at tað næstan er ein kapping um at pynta óhugnaligasta hús.
Eisini í Týsklandi verður gjørt nógv burturúr hesum og um vikuskiftið, tá fólk vóru úti og bankaðu á dyrnar fyri at fáa okkurt søtt var lagt merki til at í fleiri av hesum søta góðgætinum, vóru funnir ymiskir hvassir lutir, serliga nálir, men eisini metal skrúvur blivu funnar og meinar týska løgreglan at hesir lutir vóru við vilja koyrdir í góðgæti.
Løgregland fekk ikki bert fráboðan úr einum býi, men fleiri staðni, sum millum annað Thuringia, Baden-Württemberg, Bavaria, Lower Saxony og Rhineland-Palatinate.
Í suðurtýska býnum Nürnberg, segði løgreglan at eitt barn hevði bitið í eina nál, sum var inni í einum sjokulátastykki. Barnið fekk ikki mein.
Í tveimum førum hevði løgreglan í landslutinum Baden-Württemberg upplýst at nálir vóru koyrdar í góðgæti soleiðis at tað ikki sást.
Løgreglan arbeiðir nú víðari við málinum men enn eru ongir persónar settir í samband við hetta.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



