Í talu til tjóðina í kvøld hevur ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, sagt, at tað er bert ein spurningur um fáar dagar, so eru allir gíslarnir, sum Hamas tók fyri skjótt tveimum árum síðani, heima aftur hjá sínum kæru.
- Alt er ikki komið endaliga uppá pláss enn, men tað er nær við og vit arbeiða við ídni at koma undir land, segði Netanyahu millum annað, og takkaði eisini góða vinmanninum Donald Trump, sum hann segði, fyri at hava staðið fyri uppskotinum um eina avtalu sum kann fáa gíslarnar heim.
Ímeðan Ísrael hevur góðtikið tey 20 punktini, sum uppskotið inniber, so hevur yvirgangsfelagsskapurin Hamas sagt seg vilja samráðast um sumt. Men seinastu gíslarnar vil Hamas kortini leyslata nú.
Donald Trump hevur sagt, at Hamas skal bera skjótt at, tí annars missir hann tolið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



