Nettoflytingin til Føroya var nærum tíggju ferðir so stór frá 1. oktobur 2025 til 1. oktobur 2026 sum teir undanfarnu 12 mánaðirnar.
Tað vísa nýggj tøl frá Hagstovuni.
Fólkavøksturin á 881 fólk seinasta árið kom av einari nettoflyting á 699 fólk og einum burðaravlopi á 182 fólk. Burðaravlopið broyttist ikki stórvegis, men so var ikki við nettoflytingini.
Broytingin í nettoflytingini stavar bæði frá, at færri fluttu úr Føroyum, og at fleiri fluttu til Føroya.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



