Býttleiki nýtist ikki at vera óndur. Men óndskapur er altíð býttleiki
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Býttleiki nýtist ikki at vera óndur. Men óndskapur er altíð býttleiki
- úr Børkuvísum
Tónleikur

Innsent: Nýggi føroyski rappbólkurin Nettup hevur nú givið út sítt fyrsta staklag, sum ber heitið Óknýttur. Lagið Óknýtur, sum Tutl hevur givið út, er tøkt á øllum stroymingtænastum.

NETTUP eru Baldur Holm og Lazar Ilic. 

Arbeiðsbýtið í bólkinum er greitt. Baldur Holm stendur fyri framleiðslu, beatum, programmering og mixing, meðan Lazar Ilic skrivar tekstirnar og rappar á løgunum.

Á Óknýttur hevur bólkurin eisini fingið hjálp frá Ronju Rasmussen, sum syngur fangandi niðurlagið og setur sín serliga dám á lagið.

Við Óknýttur tekur Nettup fyrsta stigið út til almenningin við einum ljóði, sum sameinir nútímans føroyskan rap, persónligar tekstir og framleiðslu við altjóða íblástri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #