
Noah Hans Mneney úr HB er úttikin til landsdystin móti Kekkia - Mynd: Hans Erik Danielsen

Noah Hans Mneney úr HB er úttikin til landsdystin móti Kekkia - Mynd: Hans Erik Danielsen
FSF: Skaðin, ið Hallur Hansson hevur havt at dragast við, argar, og tí er avgerð tikin um, at liðskiparin á føroyska manslandsliðnum ikki verður partur av hópinum, sum sunnudagin klokkan 17 tekur ímóti Kekkia á Tórsvølli.
– Vit høvdu vónað, at Hallur Hansson fór at verða tøkur til dystin sunnudagin, men tað fer tíverri ikki at ganga. Tað er sera spell fyri okkum og fyri Hall, men vit vóna, at hann verður tøkur til dystirnar í novembur, sigur landsliðsvenjarin, Eyðun Klakstein, við heimasíðuna hjá FSF.
Í staðin er Noah Hans Mneney úr HB, ið higartil er skrásettur fyri átta A-landsdystir, úttikin til dystin móti kekkum.
Atgongumerki til HM undankappingardystin millum Føroyar og Kekkia fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo og á atgongumerki.fo.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo