– Eg fordømi orðini hjá Trump um Noreg og trúgvi, at onnur lond í heiminum fara at gera tað sama.
- Eg haldi, at heimurin flennir at honum, sigur Navi Pillay, friðarheiðurslønarvinnari Nobels, í samrøðu við VG.
– Útsøgnirnar eru sera undrunarverdar. Eg veit eitt sindur um, hvussu topppolitikarar hava lyndi til at bera seg at. Tað er kent, at Nobelnevndin er óheft og at virðislønin ikki er latin av norskum myndugleikum. Útsøgnirnar hjá Trump eru ein misnýtsla av kritikki, sigur hon.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



