Hon pástóð, at hon nærkaðist 40. Eg mundi spurt hana: frá hvørjum enda
- Bob Hope

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Maskinmeistarafelagið: í hesi vikuni hevur seinni hálvárligi fundurin hjá NMF (samstarvsfelagsskapurin hjá norðurlendsku maskinmeistarafeløgunum) verið íi Malmø í Svøríki, og har øtaðust umboðini fyri feløgini, tá greitt varð frá málinum við Galaxy, sum sigldi um Suðuroyarfjørð við hekkuportrinum á glopp.

Fráfarandi forsetin í NMF, Odd Rune Malterud, varastjóri og fakligur leiðari í Det norske maskinistforbund, Dnmf, er formaður í nevndini fyri trygd á sjónum í altjóða flutningsarbeiðarafelagsskapinum ITF, og hevur í nógv ár verið í fremstu røð, tá tað ræður um trygd og trygdarspurningar í IMO-høpi.

Hann var púra avgjørdur um, at slíkt, sum hendi umborð á Galaxy, ikki eigur at koma fyri. Port state control - í hesum føri Sjóvinnustýrið - skuldi verið fráboðað alt fyri eitt, og tað skuldi lagt skipið, til vissa var fingin fyri, at viðurskiftini komu í rættlag, sigur hann.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo