Seinnapartin í dag samdust Noreg og Russland um eina nýggja fiskiveiðuavtalu fyri 2027, skrivar NRK.
Samráðingarnar byrjaðu mánadagin 19. oktober, og vóru í Istanbul í Turkalandi. Hetta er fyrstu ferð síðani 2019, at umboðini hittast fysiskt, eftir fleiri ár við talgildum samráðingum.
Toskakvotan í Barentshavinum næsta ár hækkar fyri fyrstu ferð í seks ár, og hækkar 14 prosent til 325.000 tons.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



