Fleiri serfrøðingar halda, at útjavnandi málið hjá Onglandi móti Noregi møguliga er ein skandala.
Ørjan Håskjold Nyland peikaði á kameraveirin beint eftir at Jude Bellingham javnaði til 1-1.
Hann mótmælti harðliga móti dómaranum Clément Turpin uttan at verða hoyrdur.
Video frá amerikanska rættindahavaranum FOX (sí video her) vísir, at bólturin eftir øllum at døma rakar kameraveirin áðrenn 1-1 støðuna.
Nú hevur Fifa almannakunngjørt video av hendingini, sum sæst niðanfyri.
Before England’s goal in minute 45+2 against Norway, the sensor in the Connected Ball showed no peak in the 'heartbeat of the ball' when in the air, and therefore no evidence that the ball touched the overhead wire and changed the movement of the ball. pic.twitter.com/gYf9ukfveT
— FIFA Media (@fifamedia) July 11, 2026
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



