Undir yvirskriftini "Make shithouses great again" hevur Visit Norway í seinastuni lagt út myndir av vøkrum, arkitektteknaðum vesum og vesum við einastandi útsýni á sosialar miðlar.
Og tað er ikki farið aftur við borðinum, tí altjóða miðlar sum CNN, The Guardian, Independent og Bloomberg hava givið søguni gætur og harvið tryggjað norsku ferðavinnuni eitt stórt lýsingarvirði.
- Við hvørt skal ikki so nógv til, bara eitt sindur av toilethumori, sigur Evgina Egorova, ið starvast sum ráðgevi hjá Visit Norway við NRK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



