Mynd: KVF
Mynd: KVF
Í útvarpstíðindinum í kvøld kl.18:00 var lagt upp til annan part í spenningsrøðini um korrupta bóndan í Kollafirði og ógegniga bóndasonin. Ein søga, ið KVF sær meira virði í at halda í lívi, enn at bera fram fakta og tey sannindir, ið eru í málinum.
FAKTA ER:
Týsdagin 19 desember 2023, undirskrivar bóndin á Sjóvargarði í Kollafirði avtalu við borgarstjóran í Tórshavnar Kommunu, at kommunan keypir lendið omanfyri Ítrottarhøllina (Innibøur). Hetta er í trá við stóru útstykkingarætlanina, ið var samtykt á Føroya Løgtingið í 2002. Vit tosa um búðstaðareindir upp ímóti teimum 150. Afturat kemur so ein lítil partur av Norðreki uppí. Hetta var ætlað til avmarkaða plássið í miðstaðnum til væntaðu kjarnutænasturnar í økinum. Á hesum økinum stendur eitt seyðhús hjá festinum. Talan er um gamlan veltan bø, sum eisini verður brúktur til árliga slátturin. Grundarlagið undir vetrarfóðrinum á festinum.
Í avtaluni stendur:
- at kommunan rindar búnaðargrunninum fyri lendið.
- Seyðhúsið verður tikið og nýtt sett upp í staðin.
- Lógin krevur afturat at kommunan letur festinum endurgjald fyri mist græsbit.
- Kommunan skal eisini hegna økið av, so greiður skilnaður er millum kommunalt og landbúnaðarøkið.
Sostatt frásegði festarin sær ræðisrættin av økinum, í tí løtu undirskriftin var fest á blað.
Tað er landið, ið eigur festið á Sjóvargarði, og tað er landið, ið ger og smíðar lógirnar. Hendan avtalan er onki ørvísi enn aðrar líknandi avtalur, í samband við keyp og sølu av almennum festilendið.
Allarir festarar hava skyldur at umsita lendið fyri landið. Í føri av sølu av lendið, skal festarin vera tilvitaður um, hvat ávirkan og árin verða av slíkum inntrivi. Hetta skal festarin tryggja verður tikið við í samráðingunum. Hetta eru krøv, ið framganga í festibrøvinum beinleiðis.
Tá so útvarpsverturin Jógvan Skeel Nolsøe sigur í innslagnum í kvøld at “Tórshavnar Kommuna kann koma at rinda festarinum í Norðrekinum góðar 3 milliónir í endurgjaldi”, so er hetta beinleiðis ósatt og langt úti at koma við, av okkara almenna tíðindamiðli.
Sannleikin er at:
- Landið fær peningin fyri lendið
- Festið sum landið eigur, fær eitt seyðhús fyri seyðhús, sum verður tikið, í samband intrivið.
- Festið hjá landinum fær endurrindað upphædd eftir galdandi lóg fyri mist græsbit.
Hetta er avtalan og hon er gjørd fyri skjótt trimum árum síðani.
Hetta kundi KVF upplýst, men ístaðin heldur man fram at stuðla einum uppdiktaðum uppáhaldi. Styrkir seg við at siga at skjøl, ið KVF hevur fingið innlit í, staðfesta hetta.
Skjølini staðfesta ikki at bóndin fær eina einastu krónu. Tað er landið, ið fær tað, ið verður latið fyri alt tað, ið festið missur. Uppgávan hjá festarinum er so at umsita festið eftir nýggju umstøðunum. Tann dagin festarin fer frá, eigur hann onki og eigur heldur onki meðan hann situr við festinum.
Eldradepilin er samtyktur í býráðnum, at skula flytast í Norðreki, har kommunan er eigari. At umsitingin skal koma aftur við eini heildarætlan fyri økið, alt fyri eitt. Tí var hetta eitt stórt gjøgnumbrot. Men í staðin at útinna býráðssins avgerð, velur borgarstjórin at steðga avgerðini. Sum ein gísli uttan fyri allar rættarskipan
Eg kann ikki góðtaka at Kollafjørður saman við útjaðarinum ferð eftir ferð, verður hildin niðri.
Tað hevur verði øllum greitt, at hendan samgongan skuldi raðfesta útjaðaran í kommununi. Men tá ið orðini ikki avspegla verðuleikan, so er man ofta uppat mørkum, fyri at fáa flutt nakað ein ella anna vegin. Hetta hevur mest verið mín leiklutur sum býráðspolitikkari.
Eg kann bara staðfesta at takksemið fyri at hava fingið harða húð við í vøggugávu, veruliga er komið til sín rætt, tí hesin áhaldandi ágangurin tykist at spretta úr øllum øðrum, enn hvat gott er.
Bergur Robert Dam Jensen
Býráðslimur
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



