

Fiskimannafelagið: Nú bjóðar Føroya Fiskimannafelag til hugna í Lugarinum.
Ætlanin er at hava hugna í Lugarinum av og á, har vit bjóða okkara limum, at verða hjartaliga vælkomnir í Lugari á Bryggjubakka, har Føroya Fiskimannafelagið heldur til.
Møguligt verður at seta spurningar til formannin, men annars at sita saman og tosa um mangt og hvat.
Fyrsti hugni í hugni í Lugarinum er nú mikumorgunin tann, 8. okt. kl 10:00 – 12:00.
Vit bjóða kaffi, rundstykkir og vinarbreyð.
Endamálið við átakinum er, at felagið og limirnir hava eina hugnaliga løtu saman.
Tað er ikki neyugt at boða frá luttøku.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo