Tað tykist altíð vónleyst til tað er gjørt
- Nelson Mandela

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað tykist altíð vónleyst til tað er gjørt
- Nelson Mandela
Politikkur

- Prísirnir á føroyska bústaðamarknaðinum eru nógv hækkaðir seinnu árini, og ein munandi størri partur av inntøkuni hjá føroyskum húskjum fer í dag til bústaðin, sigur landsstýriskvinnan Margit Stórá í viðmerkingunum til uppskotið um leigurstuðul sum er lagt fram í dag.

- Meðan persónar, sum keypa ein bústað, hava rætt til rentustuðul, verður eingin stuðul veittur teimum, sum búgva til leigu.

- Tað liggur ein andsøgn í hesum, tí tað eru fyrst og fremst persónar við høgum inntøkum, sum fáa játtað lán til at keypa ein bústað í Føroyum, meðan tey við lágum inntøkum og miðalinntøkum í størri mun eru avmarkað til leigubústaðamarknaðin.

- Vit hava sostatt eina støðu í dag, har tey við størru inntøkunum fáa ein almennan stuðul til bústaðarútreiðslur, samstundis sum tey við lægru inntøkunum ongan stuðul fáa. Landsstýriskvinnan ynskir at broyta hetta, og við lógaruppskotinum verða tí tikin stig til at veita ein inntøkugrundaðan leigustuðul til húski, sum búgva til leigu í Føroyum.

- Høvuðsendamálið við lógaruppskotinum er at bøta um fíggjarligu støðuna hjá føroyskum húskjum við lág- og miðalinntøkum, sigur landsstýriskvinnan.

Við uppskotinum fáa fólk, sum búgva í leigubústaði við egnum køki, ein lógartryggjaðan rætt til leigustuðul.  

Leigustuðulin verður ásettur sum ein prosentpartur av húsaleiguni, tó við einum hámarki upp á 1.500 kr. um mánaðin. Tað merkir, at ein leigustuðul upp á 20 prosent verður veittur til eina húsaleigu upp til 7.500 kr. um mánaðin.  

Upphæddin, ið verður veitt, er treytað av talinum á persónum yvir 18 ár í húskinum og av húskisinntøkuni. Húski við lágum inntøkum fáa meira í leigustuðli enn húski við hægri inntøkum, tí leigustuðulin lækkar stigvíst, tá inntøkan fer upp um eitt inntøkumark.  

Ein stakur persónur, ið hevur inntøkugrundarlag upp til 350 tús. kr., fær fullan leigustuðul, svarandi til 20 % av húsaleiguni, tó í mesta lagi 1.500 kr. um mánaðin.  

Tá inntøkugrundarlagið er hægri enn 350 tús. kr., lækkar leigustuðulin við 5 % av tí partinum av inntøkuni, sum er omanfyri 350 tús. kr.  

Henda skipan, ið kann samanlíknast við mótrokning av pensjón, verður eisini brúkt í sambandi við útrokning av familjuískoyti.

Húski við tveimum ella fleiri persónum yvir 18 ár, sum hava inntøkugrundarlag lægri enn 500 tús. kr., fáa fullan leigustuðul. Á sama hátt sum hjá støkum lækkar leigustuðulin við 5 % av tí partinum av inntøkuni, sum er omanfyri 500 tús. kr.  

Er leigustuðulin roknaður at vera lægri enn 300 kr. um mánaðin, fellur rætturin til stuðulin burtur. Hjá einum støkum persóni fellur leigustuðulin burtur, tá inntøkugrundarlagið fer upp um 638 tús. kr. Hjá húskjum við tveimum ella fleiri persónum yvir 18 ár fellur leigustuðulin burtur, tá samlaða inntøkugrundarlagið hjá húskinum fer upp um 788 tús. kr.

Sí uppskotið her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #