

Føroya Tele: Nýggi fjarskiftiskaðalin millum Danmark og Grønland, har Føroyar eisini kunnu knýtast uppí, er ein tøkniliga haldgóð og trygg loysn fyri fjarskiftið í Arktisk og Norðuratlantshavi.
Nýggi fjarskiftiskaðalin millum Grønland og Danmark, sum er partur av seinastu verjusemjuni, ið Fólkatingið samtykti fyrr í vikuni, er ein trygg og haldgóð kaðalskipan, sum Føroyar kunnu knýtast uppí. Endamálið við nýggja kaðlinum er at skipa trygt fjarskifti í Arktisk og Norðuratlantshavi, sum lýkur øll framtíðarkrøv.
Kristian R. Davidsen, samtaksstjóri í Føroya Tele, og sum eisini hevur verið stjóri í grønlendska tele- og flutningsfelagnum, Tusass, hevur – bæði í sínum starvi í Føroyum og í Grønlandi – arbeitt við tøkniligu fyrireikingunum til hesa verkætlanina.
– Okkara kanningararbeiði skuldi føra fram til eitt haldgott og væl upplýst avgerðargrundarlag. Tað er alneyðugt, at myndugleikar og politikarar verða væl upplýstir frá øllum vinklum, áðrenn avgerðirnar vera tiknar, sigur Kristian R. Davidsen, samtaksstjóri.
Føroya Tele hevur verið við í fyrireikandi arbeiðinum eftir áheitan frá Bjarna Kárason Petersen, landsstýrismanni, ið tók stig til ítøkiliga at kanna, hvussu Føroyar kunnu gerast partur av eini heildarloysn við sjókaðli, sum skal skipa trygt og haldgott fjarskifti í Arktisk og Norðuratlantshavi.
Kristian Reinert Davidsen fegnast um, at kanningararbeiðið nú ber ávøkst, og at londini í Arktisk og Norðuratlantshavi fáa enn ein fjarskiftiskaðal, sum er bygdur til at tryggja og nøkta framtíðartørvin á fjarskiftisøkinum.
– Góð kaðalsambond eru grundarlagið undir okkara uttanlandasambandi, og tað fer tað at verða nógv ár framyvir, hóast fylgisveinaøkið mennist skjótt, staðfestur Kristian R. Davidsen, samtaksstjóri í Føroya Tele.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo