Alsamt fleiri amerikanarar venda Ísrael bakið, og umleið triði hvør heldur, at landið hevur framt fólkadráp móti palestinarum í Gasa, vísir ein nýggj veljarakanning.
Millum demokratarnar halda 58 prosent av teimum spurdu nú, at USA stuðlar Ísrael ov nógv, ímóti 45 prosentum fyri tveimum árum síðani, vísir ein nýggj kanning hjá AP-NORC.
Millum jødar, sum siga seg atkvøða fyri Demokratiska flokkinum, halda 51 prosent, at USA stuðlar Ísrael “ov nógv.”
Umleið triði hvør amerikanari heldur, at Ísrael hevur framt fólkadráp móti palestinum í Gasa, og lutfallið er tað sama millum amerikanskar jødar, vísir kanningin, skrivar TV2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



